Sunnudagin hin 26. juni er talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina kring um í kirkjunum í Føroyum.
Alt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið hjá missiónini.
Byrjanin hjá Sjómansmissiónini var í 1918, og hevur hon enn ein virknan leiklut millum sjófólk. Sjómansmissiónin hevur ein trúboðara í fulltíðarstarvi.
- Trúboðarin vitjar millum 300 og 400 skips-og bátsmanningar árliga, umframt útlendskar skipsmanningar í Føroyum. Hann vitjar eisini árliga í Íslandi og Grønlandi.
Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni verður upplýst, at 40 sjómanskvinnuringar við umleið 400 kvinnum eru knýttir at Føroysku Sjómansmissiónini.
- Kvinnuringarnir stuðla fíggjarliga, við forbøn og geva umleið 1200 jólapakkar, sum árliga verða latnir sjófólki.
Lagt verður aftrat, at Sjómansmissiónin eisini letur føroyskum skipsmanningum bókakassa við sangbókum, bíbliu, lestrabók og andaktsbók. Harafturat fáa tey dvd-filmar við kristiligum sangum og andaktum.