Alt verður brúkt í endaspurtinum

Valstríðið í USA er upp á tað harðasta, nú endaspurturin er í gongd. Bæði valevnini díkja fólk undir í sjónvarpslýsingum, men amerikanskir fjølmiðlar skriva, at tað er ikki altíð, at sannleikin er í hásætinum.

Eitt nú hava republikanararnir í statinum Florida eina lýsing, har forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, sigur, at hevði hann verið amerikanari, hevði hann kyst Barack Obama. Eisini er ein lýsing, sum sigur, at Mariela Castro, dóttir kubanska leiðaran Raul Castro og bróðurdóttir Fidel Castro (myndin), styðjar Obama í valstríðnum.

Chavez og Castro-brøðurnir eru ikki serliga væl umtóktir í Florida, har nógvir útlagnir kubanar búgva.

Í statinum Ohio er kappingin millum valevnini serliga hørð. Har royna republikanararnir at fáa tey svørtu at velja Mitt Romney við at visa á, at Abraham Lincoln, sum gekk undan at vinna trælunum frælsi, var republikanari.