? Tað er ræðuligt. Telefonin hevur kimað og kimað, og hvørja ferð ristist eg sum eitt bókablað, tí eg eri bangin fyri at fáa deyðsboð. Soleiðis sigur Óluva Anthoniussen, mamma at Anju Skaale, við Sosialin, sum var á gøtuni seinnapartin fríggjadagin.
Men nú er óvissan av. Seinnapartin í dag hevur Anja umvegis teldupost givið boð um, at henni og familjuni veit væl við.
Stóru skaðarnir eftir vanlukkuna hava havt við sær, at einki telefon- ella internetsamband hevur verið har á leiðini hesa vikuna, men hetta er nú komið í rættlag, soleiðis at ein teldupostur við góðu boðunum er sendur familjuni heima.