Løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.
Røddir hava verið frammi um at skeinkistøð fóru at lata upp aftur, men hetta vikuskiftið hevur so einki verið opið.
Løgreglan sigur, at tey hava verið ein túr framvið skeinkistøðunum í øllum landinum, heilt úr Norðoyggum til Suðuroyar, men har var sløkt og stongt allastaðni.
Annars varð boðað frá eldi í einum húsum í Eysturoy í gjár, men tað vísti seg bara at vera eitt oljufýr, sum ikki brendi sum tað skuldi og tí stóð svartur roykur frá húsunum.