Alt varð staðfest

Hóast moyrir, so megnaði FCK eisini at vinna seinasta dystin á árinum, og eftir dystin kundu teir so enn einaferð lata seg heiðra av áskoðarunum

 

DM-gull


Keypmannahavnarbúgvar royndu av álvara at gera innrás í Odense mikukvøldið. Kanska ikki sjálvan býin, men í øllum førum stásiliga stadionið hjá Odense Boldklub, vanliga nevnt OB.

Teir í høvuðsstaðnum vóru nevnliga longu meistarar, og tað einasta sum restaði, var nú staðfestingin av sigrinum. At tey í Odense skuldu síggja, at FCK er so nógv tað besta liðið. Bæði tá tað kemur til spælið á vøllinum og millum áskoðararnar.

Skoraði í seinasta dystinum

Høvdu viðhaldsfólkini hjá FCK roknað við, at tey hjá OB fóru at geva skarvin yvir uttan víðari, og boyggja seg fyri meistarunum, so fóru tey tó fullkomuliga skeiv.

Frá fyrsta bríksli gjørdi blá/hvítu herðurin hjá OB vart við, at tey vildu stuðla liðnum í hesum seinasta dystinum. Sangirnir dundu frá báðum pørtum, og hóast tað onkuntíð var torført at halda skil á orðunum, sum vórðu rópt oman á vøllin, so tóktist greitt, at úrvalið av sangum var stórt hjá báðum pørtum. Meðan FCK-bólkurin dýkti á við »Vi elsker FCK«, svaraður OB aftur við at rópa »De elsker kun sig selv«. Heldur argandi vildi onkur kanska hildið, men sum áskoðari var tað stuttligt at kunna staðfesta, at dysturin kundi fáast frá hondini uttan rok av nøkrum slag.

Meðan áskoðararnir soleiðis høvdu barst um yvirtakið uttan fyri vøllin, royndu spælararnir at stríðast á sjálvum vøllinum. Her varð skjótt greitt, at hóast nýkosnu meistararnir uttan iva høvdu ein part av sunnudegnum eftir í beinunum, so ætlaðu teir sær avgjørt ikki at bróta longu røðina sum ósigraðir.

Onkur upptrekk vóru eisini til møguleikar, og eftir tíggju minuttum, kom so málið, sum at kalla staðfestið meistaraheitið. Zuma hevði bóltin á brotsteigarmarkinum, og tá hann legði hann tvørturum, kom Michale Mio Nielsen við fullari ferð, og hamraði bóltin í málhornið.

Ikki kann sigast annað enn, at tað var hóskandi, at tað gjørdist Mio, sum skoraði málið. Liðformaðurin er spakuliga við at eldast, og møguliga var talan um seinasta dystin hjá honum yvirhøvur. Hetta er tó ikki avgjørt enn, men í øllum førum fekk hetta áskoðararnar at syngja um, hvussu væl Mio átti málið uppiborið. At hallarvarpartin so samstundis segði frá, hvussu skilið var í hinum dystunum hendan dagin, tóktist als ikki at rína við hjá teimum, og hví skuldi tað eisini tað? Teir høvdu longu tryggjað sær heitið, og høvdu sostatt als ikki tørv á at laga seg eftir úrslitunum hjá hinum liðunum.

Show

Tí gjørdist talan í seinna hálvleiki eisini nógv meira um eitt show, heldur ein vanligan fótbóltsdyst. Aldan varð rullistartað nakrar ferðir, og at enda kom verulig ferð á hana, so hon einar fimm ferðir runt.

VIP?arar og tíðindafólk sluppu heldur ikki undan alduni, og meðan taktfastu F-C-Kååå rópini geylaðu kring vøllin, hoyrdist alsamt minni til OB-viðhaldsmenninar.

Tá dysturin loksins varð blástur av, tók gleðisrómurin ongan enda. Sungið var av allari megi, meðan DBU-formaðurin, Poul Hyldgaard, handaði spælarunum gullmerkini, áðrenn hann at enda handaði Mio risastóra silvursteypið. Steypið, sum staðfesti, at FCK eru meistarar.