Alt varð skolað burtur

Meiri enn 17.000 fólk doyðu,
tá tann næstan tíggju metrar høga
flóðaldan rakti strendurnar í fleiri suðurasiatiskum londum

JARÐSKJÁLVTI

Flóðaldan stóðst av einum sera hørðum jarðskjálvta undi havbotninum úti fyri indonesisku oynni Sumatra. Skjálvtin bleiv máldur til 8,9 á Richter-stiganum, og hann er tann ringasti, sum verið hevur tey seinastu 40 árini.
Í gjár var talið á deyðum komið upp í 17.000. Í Sri Lanka vóru 4.857 deyð, í Indonesia 4.448, í India 4.278, í Teilandi 839, í Malaysia 42, á Maldivunum 32, í Myanmar 10, í Bangladesh 2, og heilst vesturi í Kenya kravdi flóðaldan eitt mannalív.
Fleiri túsund norðurlendingar vóru í Teilandi og aðrastaðni á leiðini og hildu jólafrí, og í gjár vistu myndugleikarnir í Danmark at siga, at minst tríggir danir høvdu latið lív. Tað vóru tveir eldri menn og ein smádrongur. Fimm danir vóru ikki afturíafturkomnir. Nógvir norðmenn vóru eisini í økinum, og sambært uttanríkisráðnum í Oslo druknaðu minst fimm norðmenn. Í gjár boðaðu fleiri norðurlendskar ferðamannastovur, at tær fara ikki at senda ferðafólk til tey raktu økini fyribils.
Fólk, sum komu frá tilburðinum við lívinum, greiddu frá, at eingin varnaðist nakað, fyrr enn havið brádliga reisti seg og skolaði inn yvir strendurnar. Alt, sum fyri var, bleiv skolað burtur. Í Sri Lanka verður hildið, at umleið ein millión hava mist hús og heim, og stór landbúnaðarøki standa undir í sjógvi. Altjóða samfelagið fór alt fyri eit undir at savna neyðuga útgerð til tey neyðstøddu, samstundis sum bjargingarlið í teimum einstøku londunum leitaðu eftir fólki, sum ikki vóru komin afturíaftur.
Jarðfrøðingar hava staðfest nakrar minni skjálvtar undir havbotninum við Sumatra síðani tann harða skjálvtan, og teir siga, at tað kann væl henda, at onkur skjálvti kemur afturat.