Alt var broytt

Maðurin fyri einum góðum ári síðani sat í sera trongum skóm á Svangaskarði, hevur nú aftur vunnið seg upp sum ein hetja í Slovenia

 

venjarin


Tá Føroyar fyri góðum ári síðani tóku sigurin frá Slovenia á Svangaskarði, var tað ein illa sperdur venjari, sum skuldi greiða fjølmiðlunum frá, hvat tað var, sum gekk galið.

Nú leygardagin, var venjarin hin sami, men Screcko Katanec var munandi betri hýrdur hesa ferðina.

Eftir at Allan Simonsen fyrst hevði sagt sína hugsan um dystin, sluppu tíðindamenninir framat hetjuni í slovenska venjarasessinum, og tað var sjónligt, at fyrrverandi stórleikarin treivst í hesum leiklutinum.

Nú var sjálvsagt torført at fáa greiðu á øllum, sum venjarin tosaði um á lokala málinum, men við góðari hjálp frá bilførara okkara, eydnaðist tó at fáa fatur á pørtum av hesum.


Styrkir um landsliðið

Fyrst og fremst segði venjarin, at hann var sera heppin, at slovensku leikararnir høvdu menst seg so nógv seinnu árini, og at tað fyrst og fremst var hetta, sum var lykilin aftan fyri góðu úrslitini.

-Eg havi í dag leikarar, sum spæla í feløgum kring alt Europa, og tað sigur seg sjálvt, at hetta er nakað, sum kemur landsliðnum til góðar. Enn eru vit ikki komnir til HM, men vit hava so framvegis møguleikan, sjálvt um eg ikki ivist eina løtu í, at tað verður ein trupul uppgáva at spæla móti Rumenia.

Sprudur, um hann hevði vónað, at Sveis kundi vinna á Russlandi í Moskva, og soleiðis geva Slovenia møguleikan at vinna bólkin, segði venjarin, at tað hevði hann ikki.

- Tað var ikki nakað, sum eg kundi nýta til so nógv. Vit máttu fyrst og fremst hugsa um at loysa okkara uppgávu, og tað eri eg fegin um at vit gjørdu.