Kavaveður
Flogvøllurin:
Tað var vakurt kavaveður á flogvøllinum, tá Maersk flogfarið kom til tíðina fyrrapartin í gjár. Bæði flogfarið hjá Atlantsflogi og Maersk Air vórðu tó nakað seinkað avstað aftur, tí flogrutan úr Havn varð seinkað orsakað av ringum koyrilíkindum á Streymoynni.
Líkindini vóru kortini heldur vánalig vestanfyri tíðliga gjáramorgunin. Tá fyrsta rutan fór úr Vágum til Havnar klokkan hálvgum sjey, var grivið norður á Oyrargjogv, og Ternan kom yvirum. Men úr Vestmanna slapst ikki víðari, so tá bussurin hevði staðið í Vestmanna í umleið ein tíma, varð gjørt av at fara vesturaftur. Tá vóru longu fleiri ferðafólk farin yvir um aftur við Ternuni túrarnar frammanundan.
Í Vágum var annars koyrandi allastaðni, og á flogvøllinum varð ruddað sum ein vanligan dag, til flogførini skuldu koma og fara.
Tá klokkan var farin av hálvgum ellivu, lendi flogfarið hjá Maersk Air eftir ætlan, meðan flogfarið hjá Atlantsflogi famvegis stóð í hangarinum og bíðaði eftir, at ferðafólkini skuldu koma vestur.
Klokkan ellivu varð so boðað frá, at koyrandi var aftur á flestu rutum.










