Alt upp á spæl í Vági

Dysturin í Vági millum VB og VÍF er uttan iva tann mest áhugaverdi í Sunset-kappingini hesa ferð, tí skal VB hava vón um at sleppa av botnplássinum, er kravið ein sigur á VÍF

Kvinnurnar hjá VÍF eru farnar at røra upp á seg í síðstuni og hava hálað seg úr botninum, so tær nú lúra eftir fjórða plássinum hjá StÍF. Nú tær skulu til Vágs, verður mótstøðan væntandi stór, tí VB er botnlið og vil mest av øllum fáa samband við júst VÍF á stigatalvuni. Tað gevur í øllum førum vónir um ein spennandi og tættan dyst, har nógv stendur upp á spæl.
Stjørnan hevur havt vind í seglunum síðstu vikurnar, og nú ræður um hjá klaksvíkskvinnum at halda fram við góða stimanum. Hesa ferð eru tað kvinnurnar hjá Neistanum, ið koma á vitjan, og havandi fyrru dystirnar millum liðini í huga, ræður hjá teimum bláu mest um at minimera tapið.
Tjaldur, sum leingi var oddalið hjá kvinnunum, fekk eitt lítið bakkast í dystunum ímóti Stjørnuni, harav fleiri endaðu við tapi. Nú skulu kvinnurnar úr Runavík so yvir um fjørðin at spæla ímóti StÍF, sum í sínum lagi má fáa stig í skjáttuna, nú VÍF byrjar at hótta aftanfyri.