Alt talar fyri endurtøku frá í fjør

Havnarfeløgini tykjast skula ver?a einsamøll í kappingini um fremstu plássini, og ta? skal ganga rættuliga illa hjá HB, um teir ikki fyri tri?ju fer? skulu vinna FM tri?ja ári? á ra?

So fekst endi á tíggjunda leikumfarinum. Í Føroyum er ta? ikki vanligt, at ta? ver?ur spælt eitt umfar í tríggjar dagar. Í eitt nú Íslandi, Svøríki og eisini Noregi kemur hetta ofta fyri. Hjá illa manna?u føroysku blø?unum bilar hetta einki, og ta? hev?i kanska veri? eitt hugskot at vi?gjørt, um kappingin skal skipast solei?is. Í ár ver?ur meiri gjørt burturúr fleiri leikdøgum, enn ta? hevur veri? gjørt undanfarnu árini. Eitt nú skal ÍF spæla í Runavík næsta mánakvøld.
At ta? ver?ur spælt mitt í viku hevur eisini sínar ke?iligu sí?ur. Eitt nú mistu NSÍ spælararnir ein og ein hálvan arbei?sdag, tá i? teir mikukvøldi? vóru í Vági. Teir fóru su?ur seinnapartin mikudagin, og teir vóru vi? hús aftur fyrrapartin í gjár. At missa so nógva arbei?stí? er nógv hjá monnum, sum frammanundan brúka frítí?ina til fótbóltin. Ta? vita eisini teir í Vági alt um.
Úrslitini hesa fer? sta?festu, at ta? enn eina fer? eru havnarfeløgini, sum eru fremst í FM kappingini. HB er oddali?, og B36 er næstfremst. Fimm stig eru á muni teirra millum. HB hevur vunni? tríggjar tær seinastu fer?irnar, og teir hava ikki tapt, sí?ani teir í fyrsta umfarinum vóru á Skála. HB og B36 skulu spæla í fimtanda umfarinum, sum er á skránni 12. september. Um ta? gongst, sum ta? hevur gjørt sí?stu tí?ina, so kann møguleikin ikki útih?sast, at ta? vi? HB sigri í grannastrí?num longu tá ver?ur ney?ugt at fara langt út í teoriina fyri at finna annan møguleika fyri meistara enn HB.
Havnar Bóltfelag stendur eftir trivaliga sigurin á Skála til at vinna tri?ja FM heiti? á ra?. Tvær fer?ir á?ur hevur HB veri? meistari tríggjar fer?ir upp í slag. Fyrra fer?in var í 1963, 1964 og í 1965, og seinna fer?in var í 1973, 1974 og í 1975.

Fyrireikingarnar
HB tykist á so mangan hátt at vera best fyri. Teir tykjast hava fleiri skikka?ar spælarar, enn hini li?ini hava. Um ein ella tveir sita skaddir ella leikbanna?ir uttanfyri, so eru n?ggir at seta í teirra sta?. Ta? er galdandi bæ?i aftarlaga og frammarlaga á vøllinum. Blandingin millum ungar og eldri, og teir, sum eru uppvaksnir í felagnum, og teir, sum eru komnir a?ra sta?ni fra, tykist vera perfekt.
Harafturat tykist HB í løtuni at vera betri fyri at spæla bólt, enn hini feløgini eru ta?. Me?an ta? hjá hinum er ney?ugt at spæla seg í form, so hevur HB dystarvenjingina. Teir hava fyri stuttum spælt tvær fer?ir í Europa Cup, og fyri viku sí?ani spældu teir steypafinaluna.
Skála, sum mikukvøldi? misti nógv í oddastrí?num, hevur ikki veri? í t?dningarmiklari uppger? sí?ani 27. juni. Ta? sigur seg sjálvt, at dystarvenjingin hjá teimum er ikki tann sama, sum hon er hjá HB. Vandin hjá oddali?num er kanska, at spælararnir fara at mø?ast skjótari enn hinir, tá i? teir ikki hava veri? í summarfrí. Men kappingin er ikki so long, og ta? er ivaleyst eyka íblástur, tá i? FM heiti? er í eygsjón.
Skála hevur nú tapt tríggjar landskappingardystir á ra?. Fyrst taptu teir ímóti NSÍ, og sí?ani hava teir tapt ímóti EB/Streymi og HB. Eingin ivi er um, at ta? nívir nógv meiri hjá Skála, enn ta? ger hjá eitt nú HB, tá i? spælarar ikki eru førir fyri at spæla. Mikukvøldi? vóru Arnhold Berg og Iulian Floresco burtur, og Pauli G. Hansen noyddist at taka seg aftur. Ta? gjørdi stóran mun.
Um B36 skal gera naka? vi? HB, so mugu teir vinna hvørja fer?. T?skvøldi? vóru teir á Ei?i, har ta? er synd at siga, at mótstø?uli?i? var væl fyri. Sambært tí, sum var at frætta undan uppger?ini, so hava teir í EB/Streymi veri? á frítí?arfer? og ikki á venjingarlegu í Italia, og teir høvdu vant tríggjar fer?ir, sí?ani teir komu aftur á Mølina. Munurin á fyrireikingunum hjá teimum og HB er kanska størri, enn hann man vera millum yrkisfeløg í Europa og eitt nú HB.

Fleiri fella frá
Í fyrstu atløgu tykist stóra strí?i? standa um tri?ja plássi?. Í tí kappingini misti NSÍ t?dningarmikil stig mikukvøldi?, me?an VB lyfti sær á. Um vágbingar megna at vinna á Skála í ellinta umfarinum, so ver?ur munurin teirra millum lítil og eingin. NSÍ hevur nú tapt tríggjar t?dningarmiklar dystir á ra?. Fyrst taptu teir ímóti HB í landskappingini, so taptu teir steypafinaluna, og nú taptu teir í Vági.
Gøtumenn fáa sunnudagin vitjan av B68, og klaksvíkingar skulu royna seg á heimavølli ímóti B36. Hjá ÍF, sum skal til Runavíkar, og hjá B68 ver?ur talan um kapprenning fyri at halda seg burtur frá aftasta plássinum. Felags fyri bæ?i li?ini er, at ta? næstu dagarnar ver?ur roynt at finna út av, hvussu stórur fongurin er í fremmandu monnunum, sum eru komnir til Fuglafir?ar og Toftir.
Hjá KÍ hevur higartil veri? talan um óeydnisár. Teir hava bara tapt eina fer?, men sjey javnleikir bera ikki langt. At dysturin millum B68 og KÍ var? spældur t?skvøldi? var púra vi? sí?una av. Feløgini og ásko?ararnir vór?u sn?tt. Í Føroyum er ve?ri? óstø?ugt. Tá i? ta? eina løtu hevur veri? mjørki, er sannlíki? minni fyri mjørka næstu dagarnar. Mikukvøldi? var d?rd á Toftum, sum ta? var ta? alla a?ra sta?ni kring landi?. Tá hev?i veri? lag á manni at spælt fótbólt. Kanska eigur FSF at umhugsa nágreiniligari reglur fyri dómararnar, tá i? spurningurin um avl?singar og útsetingar skal handfarast.