Sum støðan er nú, sær alt nógv ljósari út, enn tað hevur gjørt, tí tað er alt, sum bendir á, at tað fer ikki at kosta so nógv at gera teir báðar undirsjóvartunlarnar, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, sum nógv hava stúrt fyri.
Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Í 2013 varð mett, at teir fóru at kosta tvær milliardir, ella gott tað. Hinvegin hava nógv stúrt fyri, at prísurin fer at vera mangt slíkt.
Men Henrik Old sigur, at tað er alt, sum bendir á, at kostnaðarmetingin fer at halda. Í hvussu so er væntar hann ikki, at prísurin fer nógv upp um tað.
Fyri tað fyrsta er Eysturoyartunnilin lagdur eitt sindur øðrvísi enn upprunaliga ætlað, so at hallið verður minni. Tað merkir, at tað slepst undan at hava tríggjar vegbreytir í einum parti av honum. Samstundis varð ætlanin, at hann skuldi koma upp við Toftavatn, men nú kemur hann ístaðin upp í Rókini á Saltnesi, og sostatt verður hann eisini ein slakan kilometur styttri
Henrik Old leggur afturat, at eftir nýggjastu upplýsingunum frá felagnum, sum stendur fyri byggingini, fer tað at bera til at útvega ein lán yvir 15 ár til verkætlanina við eini rentu upp á bara 2,5 til trý prosent um árið.
- Tað er avbera lág renta, og tað verður ringt at fáa lægri rentu og tí vil tunlafelagið eisini fáa tikið lánið sum skjótast, sigur landsstýrismaðurin.
- Tað vísir seg, at í løtuni eru øll viðurskifti betri, enn sjálvt tey mest bjartskygdu høvdu væntað, so øll útlit eru til, at hetta verður "eitt fantastiska flott projekt", sigur Henrik Old.
Men ein fortreyt fyri at fáa so bíligt lán, er, at landskassin vil tryggja tunlunum eina minstuinntøku, sum svarar til, at tilsamans fara 6000 bilar koyra ígjøgnum báðar tunlarnar um dagin.
Henrik Old hevur havt heimild til at tryggja lánsveitarum eina minstuinntøku í Sandoyartunlinum. Men av tí at ivi hevur verið um, antin hann eisini hevur havt hesa heimildina í samband við Eysturoyartunnilin, hevur Løgtingið nú beint allan iva av vegnum við at samtykkja tað einaferð afturat.
Talan er um eina samanhangandi verkætlan og nú kann Henrik Old so tryggja lánveitarunum eina inntøku, sum svarar til, at tilsamans fara 6000 bilar at koyra ígjøgnum báðar tunlarnar um dagin, og sostatt ber til at fáa lánini væl bíligari enn annars.
Tað merkir, at verður ferðslan 5000 bilar um dagin okkurt árið, fer tað at kosta landskassanum 20 milliónir krónur, sum skulu rindast í kassan hjá tunlafelagnum í trygd til lángevararnar.
Men Henrik Old sigur, at skipanin er so "genial", at koyra yvir 6000 bilar ígjøgnum tunlarnar um dagin onkur ár, verður meirinntøkan av tí sett til síðis at hava at standa ímóti við til okkurt vánaligt ár, har ferðslan er minni enn 6000 bilar.
Henrik Old sigur, at tað er ógvuliga varisliga mett, at tað bara fara at koyra 6000 bilar um dagin, so hann stúrir ikki fyri hesum.









