Eg havi ringt við at siga nakað negativt um 200. Føli tað næstan sum um, at eg eri vaksin upp við teimum (uttan at fornerma teirra aldur!) Tí hvat er ein perfekt 200 konsert?
Teir eru góðir óansæð hvat ? og serliga, tá teir eru nóg rótutir og rokkutir og sveittutir.
Tað var fínt at hoyra teir spæla fyrst til ein avveksling. Midnáttarsamkoman við teimum er eitt sindur vatnað akkurát nú, og tað var áhugavert at hoyra, at teir eisini rokka, sjálvt um klokkan bara er 19.00 og einans 50 fólk eru frammanfyri pallin (sum so bleiv til 100-150 aftaná eina løtu)
- Samfelagið er í vanda, greiddi Niels frá, tá teir einastaðni mitt í framførsluni komu til lutvíst nýggja lagið Tunnilsvisjón.
- Størsti vandin er ikki, at vit ikki fáa pengar úr Danmark og doyggja. Men størsti vandin er, at um vit ikki fáa undirsjóvartunnil til Sandoynna í morgin, verður sorg og deyði! Tað er viktugt og einki at flenna at; viktugt fyri pengarnar, sum vit ikki eiga, at vit gera tunlar!
Afturat hesum komu nakrar aðrar deiliga 200sligar situatiónir, so sum ein kvøða til farnu abc samgongu við 20 sekundum í tøgn; 30 sekund punkrokk við Fjern den klud; og ein tilogning til Gerhard Lognberg av ?Frustreraðir javnaðarmenn, sum eisini eitur Frustreraðir javnaðarmenn/javnaðarmenn sum burdu verið í Miðflokkinum?.
Vit hoyrdu eisini Mogghøvd og Graceland. Muscleman Blað kundu teir ikki spæla, tí at Dennis Agerblad longu hevur gjørt tað nógv betri við sínari ?feitu, elektronisku bøssaversión.? Endin varð Sig ikki nei, Kaj, og enn einaferð stóð man eftir við hasari frísku, ristu kensluni, sum man altíð fær av teirra framførslum. Perfekt.










