Alt stendur á jøvnum

Fyrra hálvfinalan í Capital One Cup endaði á jøvnum millum Liverpool og Chelsea í kvøld

Fyrra hálvfinalan í Capital One Cup kappingini var í kvøld á Anfield, har Liverpool tók ímóti Chelsea.

 

Og hóast talan var um Capital One Cup, har liðini vanliga stilla við einum veikari liðið, so var talan tó um nærum sterkastu manning frá báðum liðunum.

Dysturin endaði við einum ferðmiklum og undirhaldandi 1-1 javnleiki, har Liverpool var greitt omaná.

Hagtølini frá dystinum vístu eisini, at Liverpool hevði 20 skot í dystinum, meðan Chelsea einans hevði 2 skot.

 

Tað var tó Chelsea, ið kom betur frá byrjan, tí teir løgdu seg á odda aftaná 18 minuttir, tá Eden Hazard umsetti brotsspark til mál.

 

Men eitt korter inn í seinna hálvleik, javnaði ungi Liverpool leikarin, Raheem Sterling, til endaliga úrslitið 1-1.

 

Sostatt er framvegis stórur spenningur undan seinnu hálvfinaluni millum feløgini, sum verður leikt á Stamford Bridge um eina viku.

 

Í annaðkvøld verður hin hálvfinalan leikt á White Hart Lane, har Tottenham tekur ímóti Sheffield United.

 

Liverpool – Chelsea (0-1)

0-1 Eden Hazard

1-1 Raheem Sterling