Altíð stórt stig at skifta flokk

- Tað er eftir gjølla umhugsan at eg havi gjørt av at skifta flokk, men tað er ikki tí at eg havi kent meg illa í Tjóðveldi, at eg havi valt at fara úr flokkinum og upp í Fólkaflokkin, sigur Bogi Andreasen

Fyri aðru ferð innan góðan mánað hevur Tjóðveldi mist ein av sínum mest markantu politikarum. Hesaferð er tað Bogi Andreasen, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum hevur boðað frá, at hann tekur seg úr flokkinum.
- Tað eru nógvar politiskar útmeldingar komnar fram í miðlunum í seinastuni, eisini frá mær sjálvum, og eftir drúgvar umhugsingar eri eg komin fram til, at mín politiska sannføring sampakkar best við ta hjá Fólkaflokkinum, sigur Bogi Andreasen.
Hann sigur, at hann hevur tikið hetta stigið eftir at hava hugsað seg gjølla um í einar tríggjar, fýra mánaðar.
- Tað er altíð eitt stórt lop at skifta flokk, og tað er ikki nakað, man ger uttan víðari. Men eg klamsi ikki viðhurðunum, nú eg royni nýggjar avbjóðingar, og tað er langt frá ein fornermaður tjóðveldismaður, ið nú fer upp í Fólkaflokkin, sigur Bogi Andreasen.
Hann var við á uppstillingarfundi hjá Fólkaflokkinum í gjárkvøldið, so tað hevur lgið í luftini í eina tíð, at hann skuldi skifta flokk, men Bogi hevur hildið kortini tætt inn av sær.
- Tað verður upp til veljaran at gera av, um hann tekur undir við mær ella ikki. Eg velji bara at vera erligur, og so má tað røkka ella støkka. Eg kann ikki gera annað enn at bera sjónarmiðini fram eftir mínari egnu sannføring, sigur Bogi Andreasen.

Varaborgarstjóri
Skiftið úr Tjóðveldi yvir í Fólkaflokkin fer at hava politiskar broytingar við sær. Fyrst og fremst fer hann úr samgonguni í Tórshavnar býráð yvir í andstøðuna.
- Tað kemur so at føra nakrar tillagingar í nevndarbýtinum við sær, nú samgongan missir ein lim og andstøðan fær ein aftrat. Tað kann koma at ávirka onkran formanssess hjá Tjóðveldi, sum er tødnað við einum manni, sigur Bogi Andreasen.
Hinvegin ávirkar hansara skifti frá samgongu til andstøðu ikki hansara støðu sum varaborgarstjóri.
- Varaborgarstjórin verður – eins og borgarstjórin – valdur fyri alt valskeiðið, og tí hevur tað ongan praktiskan týdning, um hann er í samgongu, andstøðu ella uttanflokka, sigur Bogi Andreasen.
Hvussu tað fer at ganga til komandi løgtingsval er sjálvandi ilt at spáa um, men skiftið kann fáa týdning í býráðnum, eisini tá tað kemur til komandi fíggjarlóg.
- Nú mugu vit bara síggja, hvat veljarin heldur, sigur Bogi Andreasen, sum fekk felstar atkvøður á listanum hjá Tjóðveldi til býráðsvalið seinast, men altso nú verður at finna á listanum hjá Fólkaflokkinum.