Brimil togaði útróðrarbátin, Søkan, av aftur, tá hann týskvøldið um tíggjutíðina var so óheppin at sigla á land á Klakkinum.
Báturin varð sleipaður á bedingina og tikin upp, men vísti tað seg, at hann ongan skaða hevði fingið.
Eftirsum báturin nú kortini er tikin upp, nýta teir høvi at smyrja botnin.
Tað hevur gingist væl hjá Søkanum, síðani Ólavur Poulsen keypti hann seinasta heyst.
Tað er altíð forargiligt hjá monnum at sigla á land, men sum vit plaga at siga, gert tú tað ongantíð lort, gert tú ov lítið..
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$