Fótbóltur
Jákup Mørk/Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Modena, Italia: Ein myndamaður, tvey lítil sjónvarpslið og einstakir skrivandi blaðmenn. Tað var liðið av fjølmiðlum, sum stóðu fyri føroyska fótbóltslandsliðnum, tá liðið í gjár fór undir venjingarnar á seinastu landsliðsferðini í ár.
Tað merkir tó ikki, at áhugin fyri dystinum er lítil. Men heldur, at tað ikki er mótstøðan hjá Italia, sum er so øgiliga áhugaverd. Fótbóltur liggur í blóðinum hjá italiumonnum, og í fleiri bløðum verður gjørt heilt nógv burturúr, nú tað er vist, at Italia eisini er umboðað í komandi EM-endaspælinum.
Italska landsliðið hevur venjingarlegu nakað norðanfyri Modena, og tað er fyrst og fremst her, at fjølmiðlarnir halda til. Seinnapartin í dag kemur hópurin so til býin, har dysturin skal spælast, og tá er einki at ivast í, at fjølmiðlaliðið verður nakað størri í vavi. Vanliga eru oman fyri 100 fjølmiðlafólk við, tá italska liðið ferðast, og so kann jú verða, at onkur teirra eisini hevur stundir at gáa eftir mótstøðuni. Eisini hóast Jacobsen, Mikkelsen og Benjaminsen ikki ljóðar heilt so eksotiskt sum Toni, Buffon og Cannavaro.