Alt snýr seg um Klaksvíkina

Annað vikuskifti á rað verðu oddauppgerð í Klaksvík, og hesu ferð er tað ikki bert kvinnudeildin, sum tosað verður um

Flogbóltur


Tað gongur við fúkandi ferð hjá flogbóltinum í Klaksvík. Bæði kvinnur og menn eru við frammi í oddinum, og felags fyri bæði er, at tey hesu ferð kunnu slíta seg leys frá hinum liðunum.


Botnur og toppur í Klaksvík

Hjá kvinnunum kann hetta gerast longu sunnudagin, tá higartil ósigraða TB vitjar føroyameistararnar úr Klaksvík.

Higartil hava dystirnir hjá TB ikki verið teir torførastu, men móti Mjølni sleppur unga liðið so sanniliga at standa sína roynd, tí klaksvíksgenturnar mugu metast at vera greiðir favorittar til dystin.

Leygardagin verður eisini dystur á Kambsdali, har ÍF hevur heimavøll. Hesa ferð fáa tær vitjan av Drátti, og einki er at ivast í, at vágagenturnar eru stórfavorittar at vinna dystin.

Sunnudagin verður aftur dystur í Klaksvík, men hesu ferð verður talan um botnupgperð. Hvørki Fossanes ella Fleyr hava fingið nakað stig, og dysturin snýr seg sostatt um, hvørt teirra skal isolerast í botninum.


Enn eitt brak í Klaksvík

Eins og hjá kvinnunum verður oddadystur í Klaksvík hjá monnunum. Her er tað Fram, sum kemur á vitjan hjá Mjølni, og hendan uppgerðin kann gerast sera áhugaverd.

Ja, somikið jøvn tykjast liðini at vera, at tað er ringt at kalla nakað teirra fyri favoritt. Mjølnir eigur tó fyrimunin av heimavølli, men hinvegin eru mátini tey somu, líka mikið hvat í landinum dysturin er, so fyrimunurin er kanska ikki tann stóri.

Undan hesum, altso leygardagin, skulu fuglfirðingar á heimavølli takast við SÍ. Skulu fglfirðingar aftur fara at nærkast toppinum hetta árið, er neyðugt við sigri á ungu vágamonnunum. Hetta er so avgjrøt heldur ikki ógjørligt, mett eftir úrslitunum higartil, men SÍ hevur áður sýnt, hvussu misjøvn avrik teirra kunnu vera, so tað kann meira enn so henda seg, at teir gera ein vørr leygardagin.