Alt skal vera púra greitt

… Og enn er langt á mál og nógvir spurningar standa ósvaraðir

Kommunurnar nokta at yvirtaka eldraøkið, fyrrenn øll viðurskifti eru púra greið.

Tað er niðurstøðan í eini yvirlýsing, Kommunufelagið hevur sent Løgtinginum í dag.

 

- Stýrið í Kommunufelagnum kann staðfesta, at nú, níggju mánaðir eru eftir til økið skal leggjast út, eru framhaldandi ein ørgrynna av spurningum, sum standa ósvaraðir, sigur Stýrið.

 

- Gaman í liggja í løtuni trý lógaruppskot í tinginum, sum fyrsta dagin fara til aðru og triðju viðgerð.

 

- Men talan er um rammulógir, sum ikki áseta annað enn teir karmar, sum kommunurnar skulu virka undir, tá ið eldraøkið gerst kommunalt.

 

- Framhaldandi manglar ein grundleggjandi útgreining av eldraøkinum, bæði innihaldsliga og fíggjarliga.

 

So hóast løgtingsmál tey trý løgtingsmálini eftir øllum at døma verða liðugt avgreidd frá tinginum ein av næstu døgunum,  er framhaldandi langt á mál, áðrenn málið er greitt at flyta kommunum, sigur stýrið.

 

- Kommunufelagið hevur áður gjørt vart við, at eldraøkið ikki verður kommunalt, fyrr enn allir tættir í umskipanini eru uppá pláss, staðfestir stýrið.

 

Og í dag boðar felagið stutt og greitt frá, at støðan er óbroytt.