Alt skal upp á land í Føroyum

Reiðarar skulu ikki fáa óavmarkaðan rætt til fiskiríkidømið

- Ræðisrætturin til føroyska tilfeingið skal verða á føroyskum hondum.

 

Tað staðfesti Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.

 

Og samstundis ger hann greitt, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks Men hinvegin kunnu reiðarar fáa ein brúksrætt í eina ávísa tíð, menn tann brúksrættin skulu teir gjalda fyri.

 

- Soleiðis kann vinnan gera íløgur undir tryggum karmum, sigur hann.

 

Bárður á Steig Nielsen ger eisini greitt, at sambandsflokkurin góðtekur ikki rullandi loyvi og óavmarkaðan ognar- og ræðisrætt til vinnuna.

 

Heldur ikki skulu bankar fáa veð í veiðiloyvum, tí tað svarar til at avhenda ognar- og ræðisrættin til bankarnar.

 

Tvørtur ímóti vil Sambandsflokkurin byggja á grundregluna um, at fiskivinnan skal vera rikin eftir marknaðartreytum, uttan at fáa rakstrarstuðul, og á burðadyggum grundarlagi.

 

Samstrundis skal tað vera eitt krav, at øll fiskirættindi á heimshøvunum verða gagnýtt til fulnar. Tað merkir, at allur fiskurin verður gagnnýttur, og at alt skal upp á land í Føroyum.

 

- Nýggj fiskirættindi skulu vinnast nær og fjar, og týdningarmest av øllum er at alt skal útflytast sum matvørur, heldur enn sum rávørur, sigur Bárður á Steig Nielsen.