- Alt skal á nevndarborðið

Løgtingsnevndirnar skulu hava betri møguleika at gera sítt arbeiði. Og almenningurin skal hava møguleika at fylgja við, sigur Tjóðveldi

Eitt týðandi amboð í okkara fólkaræði er arbeiðið í ymsu nevndunum hjá løgtinginum. Tað heldur Tjóðveldi, sum í sínum uppskoti um at broyta Stýrisskipanarlógina mælir til at broyta nevndararbeiðið grundleggjandi.
Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skulu løgtingsnevndirnar hava møguleika at skipa fyri almennum fundum og hoyringum. Møguleiki skal vera at senda fundirnar beinleiðis, bæði í útvarpi og sjónvarpi, soleiðis at fólk kunnu fylgja við.
- Sjálvandi kunnu tað vera mál, har neyðugt er at hava viðgerðina fyri afturlætnum hurðum. Men útgangsstøði má vera, at alt er opið og atkomuligt fyri almenningin, sigur Sirið Stenberg, øgtingskvinna fyri Tjóðveldi.
Nevndirnar skulu hava møguleika at taka mál upp av sínum eintingum. Minnilutaverja skal vera innbygd í skipanina, soleiðis at ein triðingur av nevndarlimunum skulu kunna krevja mál til viðgerðar.
Eisini skulu løgtingsnevndirnar hava munandi betri møguleikar at viðgera tey mál, sum koma inn í nevndina. Tað skal bera til hjá nevndunum at innkalla fólk eftir tørvi.
- Til dømis hevur Landsstýrismálanevndin í dag bara møguleika at innkalla løgmann og landsstýrisfólk. Tað eigur at bera til at innkalla embætisfólk og aðrar relevantar persónar, um hesi kunnu vera við til at lýsa eitt mál til fulnar, sigur Sirið Stenberg, sum eisini er
forkvinna í Landsstýrismálanevndini.


….

FAKTA

Tjóðveldi hevur lagt fram trý lógaruppskot, ið øll leggja upp til at broyta Stýrisskipanarlógina frá 1994. Uppskotini snúgva seg um fólkaatkvøðu, um løgmansval eftir hvørt løgtingsval, um nevndarhoyringar og um alment innlit. Uppskotini koma til 1. viðgerð í tinginum mikudagin í næstu viku. Av tí at talan er um at broyta Stýrisskipanarlógina skulu tvey løgting samtykkja broytingarnar, áðrenn tær koma í gildi.