Alt sett uppá pláss

Samrøða við karin Mikkelsen

Karin Mikkelsen


- Vit fingu lagt nervarnar í »spannina«. Vit hava undan seinasta dystinum tosað aftur og fram um hvat tað er, ið ger, at tað gongur galið í okkara dystum, og so høvdu vit samráðst um at hava eina spann við, har vit samlaðu allar negativar tankar og hugsanir og blakaðu teir í eina spann. Hetta psykologiska meistaraverkið virkaði til fulnar, tí nervar vóru í øllum førum ikki tað, ið forðaðu teimum í nøkrum.


Fingu tit eina uppreisn?

- Ja, steypafinalan var ein sonn marra, og vit vóru ræðuliga uppsettar til at gera tað gott aftur. Vit skildaðu okkum sjálvum, fjepparum okkara og felagnum, at gera tað betur enn vit gjørdu í steypafinaluni.


Er tað tann rætti vinnarin, sum í dag vann FM?

- Avgjørt rætta liðið vann FM. Vit hava bert tap tein dyst í ár, sæð burtur frá steypaósigrinum, og tá var tað við minsta muni yvirhøvur (3-2).