FLOGBÓLTUR
Føroyski Bárður B. Mikkelsen bleiv sunnudagin danskur steypavinnari í flogbólti, tá ið hann saman við felagi sínum, Marienlyst, vann tryggan 3-0 finalusigur á Aalborg HIK. Settúrslitini vóru 25-16, 25-17, 25-20.
Altíð nakað serligt
Bárður B. Mikkelsen hevur tvær ferðir áður verið steypavinnari uttanfyri føroysku landoddarnar. Í 2002 bleiv hann norskur steypavinnari við Tromsø, meðan hann í 2006 bleiv danskur steypavinnari við Holte IF. Hvussu er tað so at gerast steypavinnari á triðja sinni?
- Tað er altíð deiligt at vinna, hóast vit fingu lítla mótstøðu hesuferð. At vinna eina finalu er altíð nakað serligt, sigur Bárður, sum peikar á, at dystirnir ímóti Aalborg HIK altíð plaga at vera tættir og spennandi, men at mótstøðuliðið hesaferð ongantíð kom í gongd, samstundis sum at teir í Marienlyst spældu sera væl.
Veteranur
31 ára gamli Bárður Mikkelsen hevur verið partur av bæði liga- og landsliðsflogbólti í nógv ár, og tað var eisini sum veteranur, hann luttók í steypafinaluni.
- Eg kom ikki serliga nógv inn á vøllin. Mín rolla í ár er at vera ein av teimum royndu kreftunum á ungum liði, sigur Bárður.
Finalan varð leikt í Odense Idrætshal, har gott flogbóltslag var alt vikuskiftið.
- Her í Danmark halda tey ein veruligan steypafestival, har allar deildir spæla steypafinalu sama vikuskiftið, og síðan endar við mansfinalu sunnudag, sigur Bárður, og leggur hálvflennandi afturat, at dysturin hesaferð ikki bleiv vístur beinleiðis í sjónvarpinum, av tí at tað fall so óheppið, at HM-endaspæl í hondbólti verður leikt nú um dagarnar.
Stille og roligt
Bárður komin nakað væl upp í árini, og vanliga eru leikarar við at rigga av á hægsta sigi, tá ið teir eru komnir í handan aldurin. Bárður tekur tað tó sum tað kemur.
- Eg havi avtalu við Marienlyst hetta kappingarárið út, og so mugu vit fáa vit at síggja. Soleiðis er tað eisini við landsliðnum; eg havi ikki givið teimum nakað svar enn, sigur Bárður og sigur at enda, at hann ikki hevur ætlanir um at flyta heim til Føroya ella spæla flogbólt her.










