Alt samtykt

Eingin ivi var um, at forsetavalið var tað, sum øll eygu vóru vend ímóti, tá 31. aðalfundurin hjá FSF varð settur. Sjáldan hevur tað gingið somikið skjótt at avgreiða innkomnu málini, sum tað gjørdi hesaferð. Formansfrágreiðingin var væl stytri, enn hon vanliga hevur verið, og broytingarnar í kappingarreglunum, viðgerðin av roknskapinum og upptøka av nýggjum limi vórðu framd uttan stórvegis hóvasták. Ja, somikið skjótt gekk tað fyri seg, at onkur fyrrverandi starvsnevndarlimur helt fyri, at hetta var ein fínur taktikkur, um mann vildi hava mál av týdningi samtykt, uttan at aðalfundurin veruliga lætst um vón.