Alt sær so ljósareytt út

Á klárgeringsdeildini hjá Berg Motors á Hálsi arbeiða tríggjar ungar kvinnur, sum eru einastu starvsfólkini á tí deildini.

Tað eru tær tríggjar Rannvá Álaberg, sum er leiðari í klárgeringshøllini, Nathleen Fagradal og Annika Heinesen.


Fyri at seta kulør á tilveruna og gera vart við at tær gera eitt arbeiði, sum vanliga verður roknað sum mannfólkaarbeiði, mála tær nú klárgeringshøllina ljósareyða.