Samstundis sum semingsroyndin um portørsáttmálan millum Starvsmannafelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum byrjaði hósmorgunin, fóru portørarnir aftur til arbeiðis. Verkfallið varð avlýst og verður bara tikið uppaftur, um semingsroyndin miseydnast.
Tá ið portørarnir møttu aftur hósmorgunin, brutu teir upp um armar at rudda burtur sekkirnar við skitnum klæðum og burturkasti, sum hevði hópað seg upp undir verkfallinum.
Einir 10 menn fóru í gongd, og teir góvu boð til deildirnar um at órógva teir sum minst henda dagin.
Portørarar komu eisini aðra staðni frá eftir sjúklingum, og teir hjálptu eisini til.
Tá ið klokkan var 16, og vanligi arbeiðsdagurin var av, var alt fingið av vegnum.
Hósdagin vórðu nakrir liðugt viðgjørdir sjúklingr, sum strandaðir vóru á Landssjúkrahúsinum orsakað av verkfallinum, fluttir heim, og nakrir eru fluttir heim í dag.
Á middegi í dag var framvegis einki at frætta frá seminsgroyndini á Hotel Føroyum. Partarnir hava fingið bo frá semingsmonnunum um einki at siga, og semingsmenninir Jógvan Amonsson og Alfred Petersensiga einki.
Jógvan Amansson semingsmaður vildi einki upplýsa um, hvussu gekst. Teir høvdu tosað við báðar partar sær, og ætlanin var at halda fram við semingsroyndini, til tað røkkur ella støkkur.