TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Eliesar Olsen aftaná Eliesar Olsen hevði sæð sínar menn tapa 1-4 ímóti TB við Stórá í Trongisvági fyrr í dag.
Tað sá tó gott út í fyrra hálvleiki, sum B68 vann 1-0. Tá gjørdi B68-leikararnir tað, sum teir og venjarin høvdu arbeitt við, og høvdu avtalið til venjingarnar undan dystinum, men í seinna hálvleiki rapaði alt, og Eliesar Olsen viðgongur, at heildarmyndin sær alt annað enn gott út. Venjarin hjá B68 ásannar eisini, at liðið dugir illa at takla mótgongd, og tá tað fyrst byrjar at ganga illa, so gongur ofta ræðuliga illa.
B68 spælir framvegis fyri tí lítla teoretiska møguleikanum, sum liðið hevur, men fyrsta treyt er at fáa tann fyrsta sigurin til høldar, og tann sigurin hevur Eliesar Olsen, sum fyrsta mál.