Alt rýkur ikki við Kósini

Christian Andreasen, advokatur, sigur, at P/K Kósin er eitt sjálvstøðugt felag, og fer felagið í ringasta føri á húsagang, merkir tað ikki, at tað neyðturviliga tekur onnur feløg hjá Maru Seafood við sær

Gjaldssteðgur

 

Sambært Christiani Andreasen, advokati, sum vegna Skiftirættin hevur eftirlitið við gjaldssteðginum hjá P/F Kósini, er enn ikki komið á mál við eini møguligari endurreisn av stóra fiskavirkinum í Klaksvík.

Ógreitt er eisini í løtuni, hvussu langt kann komast, áðrenn gjaldssteðgurin, sum nú er galdandi, gongur út 17. juni í ár.

Hatturin omanyvir virkseminum, sum var á Kósini, Norðís Seafood á Eiði og línuskipunum, Grana og Fugltúgvuni, er Maru Seafood, har Jóhan Páll Joensen er stjóri.

Vit spurdu tí Christian Andreasen, advokat, um alt virksemið hjá Maru Seafood rýkur, um flakavirkið á Kósini í ringasta føri fer á húsagang.

- Nei, P/F Kósin er eitt sjálvstøðugt felag, sum ikki av sær sjálvum tekur restina av virkseminum hjá Maru Seafood við sær.

Hann vísir á, at P/F Kósin er so mikið leys av restini av virkseminum hjá samtakinum Maru Seafood, at hon ikki av sær sjálvum tekur fiskavirkið á Eiði og línuskipini við sær.

Advokaturin dugir í løtuni ikki at siga, um ein loysn fæst á fíggjarligu trupulleikunum hjá Kósini, áðrenn gjaldssteðgurin gongur út.