Ein og hvør, sum hevur verið á ráðstevnu veit, at rúgvan av pappíri, sum skal heim aftur við, lættliga fyllir alla teldutaskuna og kanska kuffertið við. Men á TACC ráðstevnuni fáa luttakararnir ongi pappír. Harafturímóti hava fyrireikararnir gjørt øllum luttakarunum hvør sín pen, sum samstundis er ein geymi. Á geymanum liggja allir neyðugir upplýsingar, so sum power-point framløgur, faktuellir upplýsingar og myndir.










