Javnaðarflokkurin hevði í gjár fund, har millum annað útbyggingin av Tórshavnar Havn varð umrødd. Javnaðarflokkurin eigur einsamallan meiriluta í býráðnum, og kann sostatt av sínum eintingum gera av hvørt útbyggingin kann fara fram, ella ikki. Í gjár, gjørdist sostatt greitt, at Tórshavnar Kommuna heldur fast um at føra ætlanirnar út í verk.
Les eisini: Hildið verður fast um verandi havnarætlan
Føroya Náttúruverndarfelag er tó ikki sannført, og mótmælir framvegis ætlanunum um útbyggingina.
- Fyrst og fremst, so meta vit, at tað fara at standast umhvørvisárin av útbyggingini, og í aðru atløgu, so er tað, at gera eina útbygging av stórum ídnaðarøki inni í okkara høvuðsstaði, eitt ógvusligt inntriv, sigur Ragnheiður Bogadóttir frá Føroya Náttúruverndarfelag, ella FNU.
Í útbyggingini, er grøn atlit yvirhøvur ikki umhugsað, halda tey úr FNU. Ragnheiður vísir á, at í øðrum býum sær man, at tey leggja stóran dent á grønar verkætlanir, men í Tórshavn tykist vinnuliga virksemi vera raðfest framum.
- Hendan verkætlan er als ikki nóg væl umhugsað og alt ov stuttskygd. Sjónarmiðini hjá býráðnum fyri teimum vinnuligu møguleikum og vøkstrinum sum skulu standast av útbyggingini er prógv um, at tey als ikki hava tikið grøn atlit, sigur Ragnheiður.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Ragnheiði