Tað er alt ov strangt hjá útlendingum, sum eru giftir við føroyingum, at sleppa til arbeiðis í Føroyum.
Tað heldur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri.
Sjálvur veit hann um dømi um útlending, sum er giftur við føroyingi, og har hjúnini eru flutt til Føroya.
Men útlendingurin hevur nú sitið og trillað tummlar í mánaðir, tí tað er so leingi at fáa arbeiðsloyvi, sigur løgtingsmaðurin.
Og nú reisir hann spurningin á Føroya Løgtingi, har hann vil Henrik Old, landsstýrismann, at greiða frá støðuni.
Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin greiða frá, um hann um heldur, at fólk úr londum uttan fyri ES, og sum eru giftir við føroyingum og búseta seg í Føroyum, eru í serstøðu og eiga at sleppa til arbeiðis skjótast gjørligt.
Kári P. Højgaard vil eisini hava at vita, hvussu nógv fólk úr londum uttan fyri ES, og sum eru giftir við føroyingum, hava søkt um arbeiðsloyvi í Føroyum hesi seinastu trý árini, og hann vil samstundis hava at vita, hvussu long bíðitíðin er.
Hann spyr eisini hvør tað er, sum avgreiðir loyvini, um tað altíð er Udlændingeservice í Danmark, sum avgreiðir loyvini, og nær tað er væntandi, at málsøkið verður yvirtikið.
Kári P, Højgaard heldur, at tað mann bera fáa staðni um okkara leiðir, at tað er so strangt hjá útlendingum at sleppa til arbeiðis, sum í Føroyum.
Og hann heldur, at tað er nóv fyri, at hjún, har annar hjúnafelagin er úlendingur, skulu aftra seg við at flyta til Føroyar, bara tí at vandi er fyri, at hjúnafelagin skal bíða í mánaðir eftir at sleppa til arbeiðis.
Í hansara hugaheimi eigur arbeiðsloyvi til tey bara at verða at kalla ein avgreiðsluspurningur.