Tað er møtimikið at rykkja alt upp við rót og at flyta til Suðuroyar. Og okkara limir siga, at skal útbúgvingin verða í einum útjaðara, er tað líka lætt, ella kanska lættari, at flyta til Danmarkar at fara í skúla, og har eru enntá betri stuðulsmøguleikar.
Pedagigfelagið ger nú greitt, fegnast um at avgerð longu er tikin um at gera eina útbúgving fyri pedagogisk hjálparfólk. Men samstundis undrast tey á, at tað longu er tikin politisk avgerð um, at útbúgvingin skal vera á Skúladeplinum í Suðuroy.
Í eini fráboðan í dag spyr Pedagogfelagið, hvønn tað er gott fyri, at útbúgvingin er í Suðuroy, og hvør tað er, sum hevur mett um tað.
– Tað er sera harmiligt at slík politisk boð longu verða givin um staðseting, tá ein arbeiðsbólkur nýligani er settur at arbeiða við útbúgvingini. Pedagogfelagið hevur ikki frætt at hesin arbeiðsbólkur er komin á mál, og hava ikki fingið uppskot til hoyringar, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum
Hann vísir á, at tað er eitt greitt ynski hjá hjálparfólkunum at fáa møguleikan at nema sær útbúgving. Men fleiri av teimum eru vaksin fólk við familju, sum hava sett búgv. Og tey búgva kring alt landið.
– Tað vildi tí verið sera møtimikið at rykt upp við rót og flutt alla familjuna til Suðuroy, ella til onkran annan útjaðara í Føroyum, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum.
– Limir í Pedagogfelagnum hava viðmerkt, at liggur útbúgvingin í einum útjaðara, er tað líka lætt - um ikki lættari - at flyta til Danmarkar at nema sær útbúgving. Har eru enntá betri stuðulsmøguleikar, leggur hann afturat.
Vit eru fullgreið yvir at Suðuroy hevur nakrar serligar avbjóðingar og tað uttan iva hevði verið til stóran gagn fyri oynna at fingið fleiri almenn arbeiðspláss, enn sum nú er. Men tað er óneyðugt at knýta tað upp í semjuna ímillum Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið um at gera eina atstøðisútbúgving til hjálparfólk, heldur Pedagogfelagið.
– Skal útbúgvingin verða ein møguleiki fyri øll roynd hjálparfólk í Føroyum, eigur politiski myndugleikin at kanna nærri hvør málbólkur tað er, sum kann væntast at vilja taka útbúgvingina, og tá kann hann grundgeva fyri eini staðseting.
– Ein annar møguleiki kundi verið at nýta verandi námsfrøðiligu útbúgvingarførleikarnar á Fróðskaparsetrinum til atstøðisútbúgvingina, so atkomuligheitin er meira jøvn fyri øll í landinum, samstundis sum at tað fakliga knýtið til tað fullu námsfrøðisútbúgvingina verður ein meira natúrlig yvirgongd, heldur Jógvan Philbrow.