Alt ov stór lønarhækking

Bæði fakfeløg og politikarar í Noregi eru í øðini, eftir at tað er komið fram, at aðalstjórin í Norsk Hydro fekk eina rættiliga munagóða lønarhækking í fjør.
Í fyrralagi fekk aðalstjórin, Eivind Reiten, 550.000 krónur í lønarhækking í fjør, men oman á tað fekk hann 630.000 krónur í samsýning fyri tað góða úrslitið, sum felagið hevði. Við hesum báðum ískoytunum fór árslønin hjá aðalstjóranum upp á 4,2 milliónir krónur.
Ansgar Gabrielsen, vinnumálaráðharri, er í øðini um lønarhækkingina hjá Hydro-stjóranum. Ráðharrin vísir á, at vinnulívið hevur játtað at byrgja upp fyri lønarhækkingum í framleiðsluvinnuni, og tí heldur hann, at nevndin í Norsk Hydro hevur brotið hesa avtaluna. Eisini fakfeløgini eru í øðini. Tey siga, at tað ber ikki til at eggja limunum til afturhald í lønarkrøvunum, tá leiðslurnar í vinulívinum fara tann øvugta vegin.