Alt ov stór øking

Anfinn Kalsberg, fíggjarnevndarformaður, er langt frá hugtikin av nýggja fíggjarlógaruppskotinum. Hann heldur, at økingin á útreiðslusíðuni er mest at kalla vill Tað er í góðum tíðum at møguleikin er fyri, veruliga at tálma á fíggjarlógini. Og tað høvdu vi tein søguliga møguleika til, men vit nýttu hann ikki.

Tað sigur Anfinn Kalsberg, fíggjarnevndarformaður. Fyrrverandi floksformaður Fólkafloksins dylir ikki fyri, at ein vøkstur á fíggjarlógini frá 2007 til 2008 upp á 250 milliónir krónur er alt ov nógv.

- Tað talið er minst hundrað milliónir ovn ógv, sigur Anfinn Kalsberg.

- Talan er jú um ein veldugan inntøkuvøkstur upp á einar 300 milliónir, sum svarar til 8%. Og tá vit so økja útreiðslurnar við 6,25%, so er tað alt ovn ógv eftir mínum tykki, sigur Anfinn Kalsberg.

Hann sigur, at tað hevur eydnbast væl við førda fíggjarpolitikkinum fyrstu trý árini. Tá vaks fíggjarlógin við áleið hundrað milliónum um árið uttan í fjør, tá vøksturin gjørdist 180 milliónir, sum Anfinn Kalsberg metir var ov nógv.

- Vit hava havt hendan inntøkuvøksturin orsakað av skattalætta og vælsnarandi samfelagshjólum. Men vit kunnu ikki rokna við slíkum inntøkuvøkstri á hvørjum ári, og tí hevði tað verið ein gyltur møguleiki nú at bremsa og tálma útreiðslunum so tað veruliga munti, sigur Anfinn Kalsberg, fíggjarnevndarformaður.