- Alt ov nógv hvílur á Inga

Strikuspælarin Agnar Joensen hjá VÍF helt eftir dystin fyri, at tað er ov galið, at eitt lið skal standa og falla við einum manni.

Agnar Joensen stóð eitt sindur burtur frá fjøldini og eygleiddi teir fengu strandingar, tá ið vit fingu orðið á  hann eftir steypaósigurin leygardagin.
Spurdur, hvussu tað ber til, at álopsspælið hjá VÍF fullkomiliga fellur saman, tá ið Ingi Olsen fer av vøllinum, sigur hann:
- Eg veit ikki. Ingi er so nógv tann besti spælarin í Føroyum, men tað er nógv for galið, at tað skal hvíla so nógv á einum spælara, tí hann blívur ikki við at spæla, so onkur má koma í hansara stað. Áki G. tók yvir, men hann noyddist eisini út við skaða eina løtu, so hetta var bara ikki okkara dagur, sigur Agnar.
Spurdur, hvørja ávirkan steypaósigurin fer at hava á landskappingina, sigur Agnar.
- Eg vóni og vænti ikki, at tað fer at hava nakra ávirkan á okkum, men tað vil tíðin vísa. Vit ætla okkum so meistaraheitið, og vit skulu nokk koma sterkt aftur, sigur Agnar Joensen.