Tað er átrokandi neyðugt at gera nakað við bíðitíðina at fáa mál fyri í donsku landsrættunum. Tað heldur Bent Carlsen, sum er rættarforseti.
Ritzau skrivar, at hvørgin av landsrættunum megnar at liva upp til málini um, hvussu skjótt sakirnar skulu verða avgreiddar. Eitt mál hjá Eystara Landsrætti, sum eisini umfatar Føroyar, hevur verið at fáa fáa helvtina av prinsipiellu sivilu málunum avgreidd innan eitt ár, men tað lukkast bert við 16 prosent av málunum í løtuni.
-Støðan er ikki nøktandi hvørki fyri partarnar í málunum ella fyri landsrættin, sigur Bent Carlsen við Ritzau.
Sambært landsrættunum er orsøkin til gongdina hon, at tað koma fleiri mál fyri, og tað eru færri dómarar og starvsfólk annars at avgreiða málini.
Rættarforsetin sigur, at tey hava gjørt vart við støðuna í Løgmálaráðnum, og verður ikki nakað gjørt við støðuna, fer hon bara at versna enn meira.











