Trygd og tunnlar
? Vit noyðast at viðganga, at Ferðslutrygd hevur ongan skipaðan politikk viðvíkjandi hesum máli, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Jón Kragesteen heldur, at ofta mál verða ofta ikki tikin upp, fyrr enn ein loysn er í eygsjón, og júst í hesum sambandi er ongin loysn enn. Hetta er so eitt mál, har nógv verður tosað um tað, men onki verður gjørt.
Men tó so, málið er ikki nýtt. Fyri nøkrum árum síðani hevur tað verið frammi, men sum við so mongum øðrum, er tað dottið burtur millum.
Leiðarin á Ferðslutrygd heldur, at ferðslutrygd stendur eitt sindur á síðulinjuni hesum økinum viðvíkjandi.
? Hetta er ein nokkso tekniskur spurningur. Ráðið fyri Ferðslutrygd er ikki ein eftirlitsstovnur, men heldur ein stovnur, sum upplýsir og ger fólk varug við trupulleikar, greiðir Jón Kragesteen frá.
Sosialurin mælti í oddagrein í farnu viku til, at gera eina ráðstevnu og trygd og tunnlar. Hvat heldur leiðarin á Ferðslutrygd um hetta hugskotið?