Alt ov ógreitt

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, er ónøgdur viðvíkjandi gongdini í málinum um ognan av lendi til vegagerð klaksvíksmegin tunnilin. - Vit hava einki fingið at vita frá hvørki Landsverkfrøðinginum ella Vinnumálastýrinum, og slíkt skapar ótryggleika og óvissu fyri Klaksvíkar Kommunu

Norðoyatunnilin
Heini í Skorini

Í Klaksvíkar Kommunu hevur rættiligur ivi tikið seg upp um lendi í Klaksvík, har vegagerð í næstum er á skránni. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vísir á, at teir í longri tíð hava væntað at fingið boð ella upplýsingar frá antin Landsverkfrøðinginum ella Vinnumálastýrinum, men enn er einki hent í málinum

Alt er ógreitt
Steinbjørn Jacobsen vísir á, at lendi, har vegir skulu gerast, er privat ognarjørð, og talan er um umleið 120 persónar, sum eiga partar í lendinum. Enn hevur eingin fingið bræv, ongar samráðingar eru farnar í gongd, og Klaksvíkar Kommuna veit ikki, hví teir enn ikki hava fingið nakra ábending um, hvat fer fram.
- Vit mugu tíverri siga, at vit eru rættiliga misnøgdir við higartil einki at hava frætt. Í løtuni er alt viðvíkjandi vegagerð ógreitt, og tískil kunnu vit ikki fyrireika okkum til tað megnararbeiði, kommunan hevur ábyrgd av og sum liggur fyri framman, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Borgarstjórin vísir víðari á, at í flestu førum er talan um eina langa prosess, tá samráðingar og semjur skulu finnast um ognarjørð, og gerst talan um ognartøku, kann málið veruliga gerast langdrigið.
Vegur skal gerast frá tunnilsmunnanum klaksvíksmegin og til landsvegin, og rundkoyring skal vera við Tekniska Skúla. Vegastrekkið er umleið 400 metrar, og tískil er talan um eitt stórarbeiði, sum í løtuni skuldi verið greiðari fyri Klaksvíkar Kommunu.
Steinbjørn Jacobsen ynskir ítøkiligar upplýsingar, og hann metir, at málið hevur verið alt ov stilt seinastu tíðina.
- Eg undrist á, at viðurskiftini ikki eru greiðari. Vit hava havt gott samskifti og samarbeiði við P/F Norðoyatunnilin, men hetta málið viðvíkjandi vegagerð hevur Landsverkfrøðingurin undir Vinnumálastýrinum ábyrgdina av, og vit vita ikki, nær og hvat fer fram, sigur borgarstjórin.
Hann undrast eisini á, at bert Heini O. Heinesen hevur verið frammi og víst á ov ógreið viðurskifti í sambandi við verkætlanina. Steinbjørn sigur, at uttan uppýsingar fara gitingar í gongd, og søgur um, at eingin peningur fyriliggur til verkætlanina, eru eisini farnar í gongd, tó uttan nakra staðfesting.

Borgarin hildin fyri gjøldur
Steinbjørn vísir á, at teir ikki hava áhuga at blanda seg í politisku viðurskiftini, tí tað eru landspolitikarar til, men kommunalu myndugleikarnir eiga at hava ítøkiligari upplýsingar at arbeiða við.
Talan er um alt ov lítla upplýsing til bæði kommununa og fólkið. Við ov lítlari vitan skapast leysasøgur og ógrundaðir pástandir, og spurdur um hetta er borgarstjórin avgjørdur.
- Í Klaksvík veit eingin, hvat fer fram, og við ein verkætlan á 3-400 mió. krónur hevur borgarin rætt til støðugar upplýsingar frá teimum, sum hava ábyrgdina. Borgarin verður í løtuni hildin fyri gjøldur í løtuni, staðfestir Steinbjørn Jacobsen at enda.