Tað er tiltikið, at enska steypakappingin, FA Cup, er kappingin har tey smærru liðini mangan loypa kvøkk á tey stóru. Í dag hevur triðja umfar í FA Cup kappingini verið og trý Premier League lið eru longu úti eftir dystir móti liðum í lægri deildum.
Newcastle var á vitjan hjá Stevenage, sum spælir í League Two, sum er fjórðbesta deildin í Onglandi. Liðini hittust í FA Cup fyri tólv árum síðani og tá megnaði Stevenage at fáa javnleik á heimavølli og tapti tepurt 2-1 á útivølli. Hesa ferð gekk enn betri hjá Stevenage, sum endaði við at vinna dystin 3-1. Stevenage skoraði bæði málini í seinna hálvleiki og Newcastle hevði lítið at bjóða upp á eftir tað. Innskifti Newcastle miðvallarin, Cheik Tiote, gjørdi ikki uppgávuna lættari, tá hann var útvístur. Joey Barton minkaði um munin stutt fyri tíð, men Stevenage økti minuttin eftir.
Á Emirates Stadium gjørdi Leeds enn ein vørr í FA Cup. Teir vunnu í fjør 1-0 á Old Trafford móti Manchester United. Í ár stóð Arsenal fyrst fyri og tað var um reppið, at Leeds slerdi Asrenal út. Men í evstu løtu fekk Arsenal eitt brotsspark, sum Cesc Fabregas umsetti til mál. Leeds málverjin, Kasper Schmeichel, segði í samrøðu við donsku sjónvarpsrásina, Kanal 6, at hann metta at dómarin bara bíðaði eftir eini møguleika, at geva Arsenal eitt brotsspark. Hann var sum heild lítið fegin um avrikið hjá dómarinum eftir at Leeds hevði lagt seg á odda.
Notts County, sum spælir í League One, vann á útivølli móti Premier League liðnum, Sunderland. Støðan gjørdist ein 2-1 sigur til heimsins elsta professionella fótbóltsfelag. Reading vann eisini á West Bromwich.
FA Cup úrslitini í dag:
Arsenal ? Leeds 1-1
Millwall ? Birmingham 1-4
Lincion City ? Hereford 3-4
Blackburn ? QPR 1-0
Bolton ? York 2-0
Brighton ? Portsmouth 3-1
Bristol City ? Sheffield Wed 0-3
Burnley ? Port Vale 4-2
Burton Albio ? Middlesboro 2-1
Coventry ? Crystal Palace 2-1
Doncaster ? Wolves 2-2
Fulham ? Peterborough 6-2
Huddersfield ? Dover 2-0
Hull ? Wigan 2-3
Norwich ? L. Orient 0-1
Preston ? Nottingham Forest 1-2
Reading ? West Bromwich 1-0
Scunthorpe ? Everton 1-5
Sheffield United ? Aston Villa 1-3
Southampton ? Blackpool 2-0
Stoke ? Cardiff 1-1
Sunderland ? Notts County 1-2
Swansea ? Colchester 4-0
Torquay ? Carlisle 1-0
Watford ? Hartlepool 4-1
West Ham ? Barnsley 2-0
Stevenage ? Newcastle 3-1










