Danskir USA-serfrøðingar halda ikki, at John McCain hevur nakran møguleika DHóast tey fyrstu úrslitini ikki koma fyrr enn um ein tíma ella so, tykjast alt fleiri vera komin til ta niðurstøðy, at Barrack Obama fer at vinna amerikanska forsetavalið.
Martin Krasnik, sum er USA-tíðindamaður hjá Weekendavisen, sigur við TV2, at eftir hansara tykki hevur John McCainj ongan møguleika at vinna valið.
Ein annar danskur USA-serkønur, Michael Ehrenreich, er ikki so avgjørdur, men hann ásannar tók fyri TV2, at møguleikarnir hjá McCain at vinna eru sera smáir.
Tann seinasta meiningakanningin, sum er komin frá CNN, gevur Obama 55 prosent av atkvøðunum og McCain 46 prosent.