Fyri løtu síðani fór streymurin og Finn Jacobsen, deildarstjóri hjá SEV, sigur, at tað er alt meginøkið, sum liggur myrkt. Tað vil siga at alt landið, heilt úr Svínoy, suður til Dals og Vestur í Vágar, sum liggur myrkt. Tað, er bara Suðuroy og nakrar útoyggjar, sum hava streym. Enn veit Finn Jacobsen ikki, hvat brek, talan er um, men hann væntar, at tað liggur onkustaðni á Sundsverkinum. Hann væntar eisini at streymurin verður aftur um ein hálvan til eina tíma frá nú, klokkan 20.15. |









