Beint fyri klokkan átta í morgun varð alt meginøkið í Føroyum myrkalagt av streymslit Suðuroyggin, sum er í eini skipan fyri seg sjálva, gekk frí.
Á SEV verður upplýst, at tað var eitt tekniskt brek á verkinum á Eiði, sum fekk streymin at fara um meginpartin av landinum.
Fólk frá SEV fóru beinanvegin at umvæla brekið og teir ymsu partarnir í landinum fingu so streymin aftur so við og við og nú, beint fyri klokkan níggjum, ein tíma eftir slitið, er streymveitingin komin í rættlag aftur.









