Umleið klokkan 17.30 fór streymurin um tað nógva av landinum, tá ein av motorunum á Sundi steðgaði, og trygdarskipanin eftirfylgjandi steðgaði hinum motorunum eisini. ? Tað var ein trupulleiki á Sundsverkinum, sum gjørdi, at ein moturur steðgaði, og eftirfylgjandi steðgaðu hinir eisini. Trygdarskipanin, sum verjir teknikkin, gav eitt stoppsignal, so allir steðgaðu, segði Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, fyri einari løtu síðani við útvarpið hjá Kringvarpinum.
? At alt steðgar, er fyri at feilirnir ikki skulu forplanta seg til útgerðina, sum vit annars hava. Vit fáa fleiri fylgjandi feilir og missa tí so nógva orku, at vit klára ikki at lofta øllum, og tí endar tað við einum »blackout«.
Stutt eftir klokkan 18 vóru tríggir motorar komnir í gongd aftur á Sundi, og eisini á Eiði var komið í gongd aftur. Og so skjótt SEV eisini hevur fingið sett Vestmanna í gongd aftur, verður farið undir at kobla streymin til aftur.
Streymslitið hevði við sær, at alt meginøkið lá í streymloysi. Suðuroyggin og útoyggjarnar vóru tó ikki raktar av streymslitinum, tí tær eru ikki partur av meginstreymskipanini.









