Rákið hevur í seinastuni verið, at allur fiskur, sum verður veiddur skal førast til lands. Onki skal blakast aftur í havið.
Hetta er ikki bara sum at siga tað, so norðurlendska ráðharraráðið setti eina verkætlan í gongd fyri at finna fram til, hvussu hetta kann gerast. Tað snýr seg í stóran mun um ein politikk, sum hevur til endamáls at gagnnýta alt tilfeingið úr sjónum og fáa sum frægst burturúr tí.
Fiskimálaráðið stendur fyri verkætlanini, sum Syntesa í stóran mun hevur gjørt. Í morgin verða úrslitini framløgd á fundi í Havn og samstundis sleppur føroyyska fiskivinnan at gera viðmerkingar til, hvussu hon heldur hesin spurningurin skal loysast.
Millum annað fer Annfinn Olsen, reiðari, at siga, hvat tey hava gjørt umborð á Akraberg fyri at fáa alt til lands.
Unn Laksá hevur vegna Syntesa verið granskingarverkætlanarleiðari fyri Alt-í land verkætlanini.










