Alt í lagi hjá Watson

Løgregla og tollvaldið hava nú verið umborð á Stewe Irwin einaferð aftrat. Báðir partar vóru umborð, tá Stewe Irwin kom til Føroya í farnu viku, men um vikuskiftið hevur skipið verið uttanfyri 12 fjórðingamarkið og soleiðis eisini uttanfyri Schengen økið, umframt at nýggj manning er komin umborð. Paul Watson hevur nevniliga flogið út Hetlandi til Steve Irwin og skal tí passkannast av føroysku myndugleikunum.

Hetta varð gjørt, tá Stewe Irwin legði at kei í Havn í dag. Løgreglan upplýsir, at øll viðurskifti vóru sum tey skuldu vera umborð á Stewe Irwin í dag.

Og vit kunnu leggja aftrat, at bæði Stewe Irwin og Brigitte Bardot liggja á havnini í dag.