Fótbóltur: Í gjár kunngjørdi Fótbóltssambandið, at av tí at semja fekst ikki um at spæla finaluna í kappingini um Løgmanssteypið á ólavsøku, er hon flutt til 1. august. Ósemjan snýr seg um kostnað, tí Tórshavnar kommuna vil hava 100.000 krónur fyri at lata ovara vøll í Gundadali til steypafinaluna á ólavsøku, men tað er Fótbóltssambandið ikki sinnað at rinda.
Forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian Andreasen, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið, at tá Tórshavnar kommuna og havnarfeløgini, HB og B36, høvdu fingið sítt í fjør, hevði Fótbóltssambandið undirskot av steypafinaluni.
Hetta vil Fótbóltssambandið ikki hava at endurtaka seg og hevur tí skotið upp, at tey bæði feløgini, sum spæla steypafinaluna, fáa ein triðing av inntøkunum, meðan Tórshavnar kommuna fær ein triðing og Fótbóltssambandið ein triðing. Men hesa loysnina vil kommunan ikki hava.
Tænastur kosta
– Vit hava einki ímóti, at steypafinalan verður spæld á ólavsøku, men vit kunnu ikki lata fyri einki tær tænastur, sum verða latnar í sambandi við finaluna. Tey flestu hava frí tá, men vit hava nógv fólk til arbeiðis, og sum alt annað á ólavsøku, kostar tað, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum ikki heldur prísin vera ov høgan:
– Vit gera vøllin kláran og taka okkum av allari uppruddingini aftaná, umframt at bæði HB- og B36-húsið standa opið, so fólk kunnu fara inn onkrastaðni. Eisini syrgja HB og B36 fyri innkrevjingini, samstundis sum tey missa møguligar inntøkur av øðrum dystum, tey kundu spælt á ólavsøku, var tað ikki fyri steypafinaluni.
Borgarstjórin leggur aftrat, at um steypafinalan á ólavsøku varð marknaðarførd ordiliga, skuldi einki verið til hindurs fyri at fylt Gundadal til ársins fótbóltsdyst, sum hann tekur til.