Alt kjak um fiskivinnuna er oyðilagt

-Tað er sera álvarsligt fyri fiskivinnuna, at hon ikki veit, hvørjar treytir, hon skal virka undir um bara fýra ár

- Hetta er sera álvarligt fyri fiskivinnuna.

 

Christian Andreasen, løgfrøðingur heldur, at tað líkist ongum, at Løgtingið ikki enn funnið eina semju um, hvussu fiskivinnan undir Føroyum skal skipast eftir 1. januar í 2018

 

Hann var gestur í beinleiðis kjaksending, sum Óli Beckmann skipaði fyri á Rás2 um framtíðar fiskivinnupolitikk okkara.

 

Men hann heldur, at eitt, sum hevur forkomið øllum orðaskifti um ein føroyskan fiskivinnupiolitikk, er, at hugtakið um, at fiskiríkidømið er "fólksins ogn", er komið at standa í lógini.

 

- At fiskiríkidømið undir Føroyum er fólksins ogn, hevur oyðilagt alt orðaskifti um okkara fiskivinnu, heldur Christian Andreasen, løgfrøðingur.

 

Hann sigur, at Fólksins ogn er eitt politiskt hugtak, sum ikki hoyrir heima í nakrari lóg.

 

Men nettupp hetta hugakið trokar alt vit og skil burtur, tí alt kjak um okkara fiskivinnupolitikk er út frá teirri fortreyt, at talan er um eitt ríkidømi, ið vit øll eiga.

 

- Og tað, øll eiga, eigur eingin, men tað skapar eina mynd í hugaheiminum á fólki um, at hetta má ikki nertast, tí hetta eiga øll.

 

Tað er enntá so, at einstakir borgarar, sum einki hava við fiskivinnu at gera, hava kært landsstýrið og hava kravt sín persónliga part av makrelkvotuni.

 

Christian Andreasen vísir á, at tá ið Danmark fekk sína lóg um undirgrundina, varð gjørt greitt, at undirgrundin var ogn hjá statinum, “dog ikke for så vidt angår privatøkonomisk udnyttelse før 23. februar i 2032.”

 

- Tað líktist ongum, at Løgtingið einvegis hevur kunngjørt, at fiskiríkidømi var fólksins ogn og at rætturin kundi takast aftur uttan endurgjald.

 

Tað var longu í 1994, at fiskiríkidømið var gjørt til fólksins ogn.

 

Men í 2007 samtykti Løgtingið at 1. januar í 2018, fara øll fiskiloyvi úr gildi.

 

Síðani hevur alt ligið í dvala og nú, tað bara eru fýra ár eftir til nýggjarsdag í 2018, hevur Løgtingið ikki enn funnið semju um, hvussu viðurskiftini skulu skipast tá.

 

- Nú má løgtingið seta seg saman og finna eina endaliga loysn, sum er til gagns fyri fiskivinnuna, segði Christian Andreasen

 

Hann staðfestir eisini, at fiskivinnan er á privatum hondum og tí má lógin gerast eftir teimum treytum, sum er galdandi fyri privat vinnulív.

 

- Og tað er at kenna sínar fortreytir minst 20 ár fram í tíðina, sigur Løgfrøðingurin.

 

Men hóast bara fýra ár eru eftir, er framvegis eingin loysn funnin.

 

- Í mínari verð er tað sera álvarsligt fyri høvuðsvinnuna, at hon ikki kennir treytirnar um góð fýra ár, sigur Christian Andreasen.

 

Hann stúrir fyri, at allur handil í fiskivinnuni, fer at steðga, tí ongin kann keypa nakað, sum bara er galdandi í fýra ár.

 

Skalt tú gera íløgur í fiskivinnuna, mugu greiðar reglur vera fyri loyvinum í eitt langt áramál, leggur hann afturat

 

Samstundis hevur løgtingið ásett, at tað ikki loyvi at veðseta loyvini.

 

- Politiskt er nógv gjørt fyri at sleppa undan at síggja veruleikan í eyguni, sigur Christian Andreasen.