Í samband við Sørvágs Country-og Bluesfestival, sum verður um vikuskiftið, hevur Vága Kunningarstova í fyrsta lagi havt ábyrgdina av kampingøkinum og at selja plássini til tey, sum fara á festivalin við kampingvogni. Tey selja eisini atgongumerki til sjálvan festivalin.
Anne Sophie Nordendal, kunningarleiðari í Vágum, sigur, at áhugin fyri Sørvágs Country-og Bluesfestivali er stórur, og á Vága Kunningarstovu merktu tey áhugan fyri tiltakinum longu tíðliga í hesum árinum.
- Tað var longu fyrst í hesum árinum, at fólk, sum eiga kampingvogn, byrjaðu at ringja og spyrja seg fyri um kampingpláss á festivalinum. Í fjør høvdu vit 60 pláss, og tá varð fullteknað. Í ár hava vit eini 20 pláss aftrat - ella eini 80 pláss tilsamans - og nú er eisini fullteknað.
Anne Sophie Nordendal sigur, at kampingvognarnir koma allir meira ella minni at standa um somu leið niðri á Breiðagrasi, tey rópa. Hetta er við fótbóltsvøllin, niðri móti sandinum og undir kirkjugarðinum í Sørvági.
- Vit kunnu bara fegnast um, at áhugin at koma við kampingvogni til Sørvágs Country-og Bluesfestival er so stórur, sigur kunningarleiðarin, ið hevur lánt okkum viðheftu mynd sum vísir, hvussu kampingplássið í Sørvági sá út á festivalinum í 2013.