Fótbólturin er av álvara farin á rull. Á rull er kanska so nógv sagt, tí í kavaveðrinum hevur tað verið trupult at fingið bóltin at rulla. Tíðliga 2. páskamorgun sá tað einki út. Alt var avkavað, men við handakraft og við stuðli frá vársólini eydnaðist tað at fáa grønu teppini undan kavanum, og allir fimm dystirnir í 1. deild vórðu spældir.
Sambært skipanini skuldi bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið verið liðugt. Tað resta framvegis tríggir dystir, og inntil tað í komandi viku verður greitt, hvussu úrslitini av hesum dystunum verða, ber ikki til at gera endaligu støðuna upp, og harvið ber tað ikki til at siga, hvør skal spæla móti hvørjum í fjórðingsfinaluni.
Einasti bólkurin, sum er liðugt spældur, er bólkur tvey. Har er greitt, at B68 hevur vunnið bólkin, og at B36 er næstbest. Sambært skipanini skal B68 tískil spæla á heimavølli í fjórðingsfinaluni, og tað skal B36 eisini.
B68 skal spæla móti næstbesta liðnum í bólki eitt. Í løtuni sær tað út til, at tað verður NSÍ, men hetta kann broytast. VB kann við sigrum í útsettu dystunum móti KÍ og Sumba røkka upp á tólv stig, sum er tað sama, sum KÍ hevur. Um KÍ ella VB so vinnur bólkin verður treytað av úrslitunum í innanhýsis dystunum millum hesi bæði liðini. KÍ vann 3?1 í Vági. Tað er eisini møguleiki fyri, at VB endar á sama stigatali sum NSÍ. So verður tað NSÍ, sum verður næstbest, tí teir vunnu 3?1 í Vági, meðan VB vann 2?0 í Runavík.
Móstøðuliðið hjá B36 í Gundadali verður besti tríarin. Tað er greitt, at hann verður funnin í bólki trý. Um GÍ vinnur útsetta dystin móti HB, so skulu B36 og HB spæla fjórðingsfinalu í Gundadali. UM HB vinnur útsetta dystin, so skulu B36 og GÍ spæla fjórðingsfinalu í Gundadali.
Tað er eisini greitt, at FS Vágar fer at enda á øðrum plássi í bólki trý. Tað vil við øðrum orðum siga, at FS Vágar skal spæla á útivølli. Mótstøðuliðið verður vinnarin av bólki eitt. Tað er sannlíkt, at tað verður KÍ, men tað kann eisini verða VB.
Vinnarin av útsetta dystinum í Gøtu skal spæla á heimavølli móti næstbesta tríaranum. Hetta kann verða VB, men tað kann eisini verða NSÍ.
Við øðrum orðum er talan um nógvar møguleikar. Síðsti dysturin í bólkaumfarinum verður ikki fyrrenn annað fríggjakvøld, tá VB skal spæla í Klaksvík.
Meistararnir kiksaðu
2. páskadag kom steypakappingin at standa í skugganum av fyrsta umfarinum í landskappingini.
Mest merkisvert var tað, at meistararnir og steypavinnararnir úr KÍ snávaðu á heimavølli. Síðani NSÍ í 1976 fyri fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini, hava teir ongantíð vunnið í Klaksvík. Skírisdag taptu teir 2?0 á heimavølli móti VB í steypakappingini, men so reistu teir seg, og KÍ fekk á heimavølli av at vita ? leygardagin í steypakappingini og mánadagin í landskappingini.
KÍ skal sunnudagin í Gundadal at spæla móti HB. Nýggja HB liðið vann tepran sigur á Sandi. Tað er tíðliga at tosa um topp og botn, men um HB vinnur á KÍ í Gundadali, verða tað seks stig millum hesi bæði sigursvandu feløgini, og tað er ikki so lítið.
B36, sum tað hevur verið stórur ivi um, og B68, sum hevur nógv nýtt og roynt fólk, vunnu bæði. Tey hittast á Svangaskarði sunnudagin, har tað verður toppdystur.
Vágbingar, sum fingu trý stig í Sumba, fáa nýggjan møguleika, tá B71 kemur á vitjan, og tað er heilt víst, at í hvussu so er annað av liðunum fer at koma á stigatalvuna, tá sumbingar sunnudagin fara at vitja í Gøtu.