Alt hevur sína søgu

? Um eg tosi við fólk í haganum ella geri eitt kaffiprát í einum køki, so er altíð okkurt áhugavert at frætta, sigur Jónheðin Tróndheim, útvarpsmaður

Dagny Joensen
????

Tað kann vera áhugavert at lurta eftir sendingum, hóast tú ikki hevur innlit í tí, sum tosað verður um. Slík sending er náttúrusendingin hvønn sunnudag í vetrarhálvuni, sum Jónheðin Tróndheim, útvarpsmaður, skipar fyri. Tú lurtar og gloymir tíðina, tey trý korter sendingin varir.
Talan er um veruligt útvarp, har fólk og fæ eru í sínum dagliga umhvørvi. Tú hoyrir áina tutla, lombini jarma og dunnurnar gvagga. Útvarpsmaðurin gongur við sínum heimildarfólki í bøi og haga, og tú hoyrir á andadráttinum um gingið verður í brøttum ella sløttum lendi ella tá farið verður inn í okkurt fjós.
Jónheðin Tróndheim er útlærdur bilsmiður, harnæst hevur hann verið sjálvlesandi í tónleiki og ljóðtøkni á skeiðsskúla í USA. Í løtuni nemur hann sær grundútbúgving innan landbúnað og hevur verið í starvsvenjing á Royndarstøðini.
Hetta seinasta bert við tí fyri eygað, at um hann seinni kundi hugsað sær at tikið við festi, so hevur hann førleikan sum krevst.
Hann hevur havt starv í útvarpinum frá 1986, tó at hann hevur verið burtur í tíðarskeiðum, eitt nú sum tøkningur á tíðindadeildini í Danmarks Radio og seinni í Sjónvarp Føroya.
Seinastu árini hevur hann verið freelance maður og átikið sær nógvar ymiskar uppgávur.
Trívist ikki í vanaarbeiði
Jónheðin Tróndheim: - Fyri trimum árum síðani valdi eg at fara úr starvinum í SvF, av tí at eg trívist ikki so væl í vanaarbeiði. Eg valdi hesa arbeiðsskipan, hóast ein vandi er, at eg kanska ikki havi nakað arbeiði í morgin.
Tí eru mínar ymsu útbúgvingar gjørdar rættiliga tilvitað, fyri at hava fleiri bein at standa á. Tað ger millum annað, at tú kanst hvíla í tí arbeiðsuppgávu sum tú hevur í løtuni, og ikki skal hugsa um annað, sigur Jónheðin Tróndheim.
Í sínum dagliga arbeiði fæst hann við at gera heimasíður og tekur av og á vaktir í útvarpinum, ella eisini veitir hann eina hjálpandi hond á onkrum bóndagarði, sum hevur tørv á tí.
Jónheðin Tróndheim er giftur og eigur tvey børn. Hann er argjamaður og hevur bygt á trøðni hjá ommu og abba sínum. Tríggjar stórar træir eru nærindis sethúsini, har gæs, dunnur og seyður gongur.
Tá henda samrøðan varð gjørd, ringdi telefonin hjá Jónheðini. Ein starvsfelagi í útvarpinum bað hann koma at seta klemmur í hornini á einum veðurlambi hjá sær. Jú, gamaní, so var tann avtalan fingin í lag.
?Fram við Ánni"
Upprunaliga fekk Jónheðin Tróndheim fyri nøkrum árum síðan hugskotið at gera prátsendingar við fólk, av tí at hann helt, at tørvur var á júst slíkum sendingum. Hon fekk heitið "Fram við Ánni".
? Áin var at kalla bert eitt møtistað, fyri at taka fokus frá teimum, sum eg tosaði við. Ofta eru fólk ótrygg, tá vit taka upp, og tí skuldi áartutlið fáa tey at kenna seg tryggari. Annars var evnið frítt.
? Uppgávan var at tosa við fólk um eitthvørt evni, sum hevði teirra áhuga. Tað vísti seg, at ljóðmyndin fekk fólk at hugsa um náttúruna, og soleiðis fekk sendingin so við og við hetta sniðið, einamest tí at fólk vildu tað soleiðis, sigur Jónheðin Tróndheim.
Hann heldur at øll fólk hava eina spennandi søgu at siga, sama hvør persónurin er.
? Tað løgna er, at nógv halda, at júst teirra søga er lítið verd. Mær dámar serliga væl at tosa við fólk, og mínar royndir eru, at øll hava okkurt áhugavert at siga frá. Um eg tosi við fólk í haganum ella geri eitt kaffiprát í ein-um køki, so er altíð okkurt at frætta, sigur Jónheðin Tróndheim.
Dunnur og staðarnøvn
Útvarpsmaðurin hevur í vetrarhálvuni tosa við fólk um dunnur og gæs á Villingardalsvegnum í Havn, verið í Kvívík og hugt eftir seyði, í Norðadali og mjólka, vitjað í fjósi í Oyndarfirði, og givið dunnum í Skálafirði - bert fyri at nevna dømi.
Spurdur hvussu tað ber til at hava slaka tímasending um so "smøl" evni, sigur Jóherðin Tróndheim, at tað hevur hann ongantíð hugsað um.
- Um eg haldi at eitt evni er áhugavert, so halda onnur tað ivaleyst eisini, sigur hann.
Tað er altíð onkur sum hevur eina upprunasøgu at siga, eitt nú um dýrahald, staðarnøvn og tílíkt, sum heimildarfólkini, ið eg tosi við, hava stóra vitan um.
- Hóast talan er um sendingar, sum kanska ikki hava breitt innihald, so veit eg av royndum, at óvanliga stórur áhugi er fyri sendingum av slíkum slag. Eitt nú sending um gásarhald hevur vakt ans, av tí at so nógv hava gæs kring landið.
? Í dag er eisini so vanligt at fólk hava húsdýr - sjálvt í miðbýnum í Havn kanst tú ikki ganga, uttan so at tú hoyrir gákan av dunnum og hønum, sigur Jónheðin Tróndheim.
Samanlagt spenna sendingarnar víða, frá fólkafrásøgnum og til dunnusøgur.
Tað mest náttúrligt hjá Jónheðini Tróndheim, í hesum sendingum, hevur verið at tosa við fólk, sum hava skil fyri náttúruviðurskiftum.
At vera bóndi er m.a. at læra fólk um staðarnøvn, sigur Jónheðin Tróndheim og kemur við einum dømi: - Bóndin kann ikki biða nakran fara eftir eini ær, um hann ikki veit, hvussu staðið eitur, har hon gongur. Tí havi eg serliga tosað við bóndur, ognarfólk og røktingarmenn, sum hava skil fyri hesum viðurskiftum.
? Er tað ikki krevjandi arbeiði?
? Nei, tað haldi eg als ikki. Tað er sera áhugavert arbeiði og tað kennist ongantíð strævið. Heldur ikki, tá vit herfyri í stormi og kavaroki stóðu í haganum í Kvívík og prátaðu um seyð, sigur Jónheðin Tróndheim.
Eingin romantiskur dreymur
? Hevur tú ætlanir um at gerast bóndi?
? Tað er ikki ómøguligt, men ikki bara um møguleikin er at fáa festi. Sum bóndi ert tú ógvuliga bundin og tað er als eingin romantiskur dreymur hjá mær, hóast eg havi fortreytirnar. Eg geri tað bert, um eg fái konuna og børnini við, sigur Jónheðin Tróndheim.
Nú vetrarskráin hjá Útvarpinum er um at verða liðug, er bert ein sending eftir hjá Jónheðini Tróndheim. Tað er um eina útferð í Sjeyndum, har hann fylgir við røktingarmonnunum.
? Annars fari eg helst at verða avloysari í útvarpinum í summar. Eftir tað kemur hoyggingin fyri, og tá fari eg helt at veita eina hjálpandi hond onkrastaðni, sigur Jónheðin Tróndheim.