HONDBÓLTUR
Enn er einki avgjørt í kappingini um, um tað verður H71 ella Neistin, sum sleppur at spæla FM-finalur ímóti VÍF. Sum er, hevur H71 spælt ein dyst meira enn Neistin, sum jú skal spæla ein heimadyst ímóti VÍF umaftur, og í løtuni er H71 tvey stig framman fyri Neistan.
Sjálvt um hoyvíkingar skuldu vunnið sunnudagin, er enn ikki alt leyst og liðugt, tí innanhýsis hevur Neistin ein greiðan fyrimun, skuldi staðið á jøvnum. Neistin hevur vunnið allar tríggjar undanfarnu dystirnar ímóti H71, sum tí bæði skal vinna og vóna, at VÍF kann taka stig frá Neistanum í dystinum frá 18. januar, sum nú verður spældur umaftur mikukvøldið.
Júst teir tríggir undanfarnu dystirnir millum H71 og Neistan hava verið sera javnir, og Neistin hevur tvær ferðir vunnið við einum máli og eina ferð við tveimum. Tí skal vera løgið, um ikki talan enn eina ferð verður um ein javnan dyst, har bæði lið fara at leggja nógv fyri, tí sigur er snøgt sagt eitt krav.
Vinnur Neistin enn eina ferð, hevur Neistin tveir dystir at styrkja sær um støðuna við, meðan H71 bert hevur tann eina, so tí liggur mesta trýsti á heimaliðnum.
Einki at siga
Tveir aðrir dystir eru eisini á skránni sunnudagin, men týdningurin av teimum er fyri einki at rokna, um samanborið verður við dystin í Hoyvík, sum næstan kann kallast ein hálvfinala.
Kollfirðingar fáa vitjan av oddaliðnum úr Vestmanna, og hóast VÍF má roknast sum stórfavorittur ímóti KÍF, so er mest hugsandi, at gestirnir annaðhvørt lata ungar mans sleppa at framat at spæla ella fara at royna ymiskt, ið kann koma til góðar í finalunum.
Og í hinum dystinum, sum er í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tekur Kyndil ímóti StÍF. Her er einki annað enn æran at spæla fyri, tí hvørki liðið kann flyta seg tað allarminsta á stigatalvuni, har StÍF er og verður nummar fýra og Kyndil nummar fimm.
Allir tríggir mansdystirnir sunnudagin byrja klokkan 16.
Atlantic Airways-kappingin
vunnin tapt mál-
dystir v - j - t mál mál munur stig
1 VÍF *) 17 14 - 0 - 3 487 439 48 28
2 H71 18 12 - 0 - 6 487 411 76 24
3 Neistin *) 17 11 - 0 - 6 499 460 39 22
4 StÍF 18 7 - 2 - 9 433 456 -23 16
5 Kyndil 18 4 - 2 - 12 423 482 -59 10
6 KÍF 18 3 - 0 - 15 423 504 -81 6
*) Dysturin Neistan-VÍF frá 18.januar verður spældur umaftur 1. apríl